Innanlands

Fýra mans hava sovið á løgreglustøðini í nátt

Talan er um útlendingar, sum arbeiða í Føroyum – Tveir teirra eru skuldsettir fyri at brúka harðskap móti starvsfólki á einum skeinkistaði í Havn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-26 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan havt fýra full fólk liggjandi á støðini. Talan er um útlendingar, sum arbeiða í Føroyum.

Tann fyrsti varð handtikin klokkan 21 í gjárkvøldið, tí hann var so ólátaður í einum handli í miðbýnum í Havn.

Hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og eisini fær hann eina bót fyri at nokta at siga løgregluni, hvør hann var. Tað er nakað, sum øll hava skyldu til at upplýsa, tá løgreglan spyr.

Hann situr enn á støðini, men hann verður leyslatin seinni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Beint fyri midnátt kom ein fráboðan úr einum skeinkistaði í Havn um, at tveir útlendingar høvdu brúkt harðskap móti starvsfólki á staðnum, og vórðu teir handtiknir.

Teir skuldu eftir ætlan av landinum í morgun, men tað verður av ongum, tí revsimálið móti teimum skal avgreiðast. Ætlanin er at framstilla teir seinnapartin.

Hetta kann enda við, at teir verða vístir av landinum og fáa innferðarforboð.

Seinni – millum klokkan trý og hálvgum fýra – kom aftur ein fráboðan frá einum skeinkistaði. Hetta snúði seg um ein útlending, sum var so fullur, at hann ikki kláraði seg sjálvan.

Hann hevði ikki verið leingi á skeinkistaðnum, men tá hann fór inn á staðið, var hann ikki fullur. Skeinkistøðini hava ábyrgd av, at fólk ikki fáa alt ov nógv niðurum hjá teimum, og tí verður loyvisnevndin kunnað, verður upplýst av løgreglustøðini. Maðurin varð seinni leyslatin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder