Innanlands

Ellivu milliónir tiknar av játtanini til Vestmannatunnilin

Nýggja samgongan ætlar ikki at seta eins nógv av til at fyrireika ein tunnil til Vestmannar í mun til undanfarnu samgongu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-15 06:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undanfarna samgonga skeyt upp at seta ellivu milliónir krónur av til tunnil til Vestmannar á fíggjarlógini fyri 2023.

Men nú nýggja samgongan hevur lagt fíggjarlógaruppskot fram er greitt, at bara ein millión er sett av til Vestmannatunnil.

Í fíggjarlógaruppskotinum frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, stendur, at Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og prosjekteraður. Ein loysn er, at tunnilin verður gjørdur frá Kvívík til Vestmanna, so tað slepst undan at koyra um Høgareyn.

Uppskotið til fíggjarlógina vísir eisini at samgongan ætlar at seta eina millión krónur av næsta ár, og síðani 25 milliónir í 2025.

Fyrsta viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 verður hósdagin á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Oddagrein í Blaðnum Vikuskifti: Borið heldur til Hvalvíkar

(Dagført 15. februar 10:21 Í upprunaligu útgávuni av hesari greinini skrivaðu vit, at undanfarna samgonga hevði sett fimm milliónir av til Vestmannatunnil fyri 2023. Hetta er ikki rætt. Rætta talið er 12 milliónir. Vit umbera mistakið.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder