Innanlands

Fýra minusóparaskip til Føroya

Okkurt av skipunum siglir millum oyggjarnar fyri at gera kanningar og venja, áðrenn tey leggja at í Havn

Tað eru líknandi skip sum hesi, sum um vikuskiftið verða at síggja í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað eru líknandi skip sum hesi, sum um vikuskiftið verða at síggja í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-05 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1 (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) vera í Føroyum um vikuskiftið.

Hesum boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í dag.

Talan er um eitt týskt, eitt litaviskt og tvey kanadisk skip. Summi skip komu í gjár, meðan onnur koma í dag.

Okkurt av skipunum siglir millum oyggjarnar fyri at gera kanningar og venja, áðrenn tey leggja at í Havn.

Um vikuskiftið liggja tey fýra skipini við bryggju í Havn.

Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder