
Tórsfest hevur í dag kunngjørt nýggjasta navnið til ársins útgávu av festivalinum, sum verður í hjartanum av Havnini 25. juni.
Talan er í roynd og veru mu fýra ymisk nøvn .Poptös er ein samanrenning millum Julie frá Blå Øjne, Maria Montell, Saseline og Julie Berthelsen. Allar høvdu fleiri hitt í 1990'unum og í byrjanini av 2000'unum.
Tórsfest skrivar, at tað var umvegis tónleikatiltøkini “Vi Elsker 90´erne”, at bólkurin varð settur saman.
- Og fagnaðurin varð sera stórur, og tær vóru samdar um, at halda áfram við at framføra við konseptinum. Tað snýr seg um nostalgi og stuttleiki við sangum og hittum frá 90unum og byrjanini av 00unum. Tær fýra leitaðu eftir einum prosjektið sum snúðið seg um at hava tað stuttligt og at veita eitt framúr show til áhoyrararnar.
Konseptið eydnaðist heilt væl, og í summar verður tað at síggja og hoyra í Havnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald