Mentan

Fýra nýggj nøvn á G!

Tamikrest úr Mali, Alterne úr Danmark, Estlandi og Belgia og føroysku Marianna og Elinborg eru komnar á plakatina

Tamikrest

Tamikrest

2026-02-10 09:46 Author image
Innsent
placeholder

G! festivalurin kunnger í dag fýra nýggj nøvn á listan yvir tey, sum koma at framføra á ársins festivali í Syðrugøtu. Tvey útlendsk og tvey føroysk nøvn.

Talan er um nøvn, sum á hvør sínn hátt blanda ymiskan uppruna saman, og harvið skapa egið og serstakt ljóð.

Tamikrest – Oyðimarkarblús

Tuaregfólkið er reikfólk úr Saharaoyðimörkini. Hesi hava sín egna tónleikaliga samleika, sín Tuaregtónleik, sum er hypnotiskur, rútmiskur og messandi. Hugtakið oyðimarkarblús er vorðið heimskent seinastu áratíggjuni, og tað hendi, tá ið Tuaregupprunatónleikurin bleiv blandaður við elgittara og blústónleiki.

Ektaður oyðimarkablúsur kann upplivast, tá Tamikrest úr Mali kemur at framføra á G!

[object Object]

Alterne - droymandi alevropeiskur fólkatónleikur

Eitt nýtt og spennandi navn á fólkatónleikarapallinum er bólkurin Alterne, við limum úr Danmark, Estlandi og Belgia.

Danska Ida Marie Jessen syngur vísukendu løgini, estiska Maimu Jõgeda spælir harmoniku, og belgiski Oscar Beerten spælir violin – og júst hettar seinasta navnið kennast fleiri við her heima, tí Oscar er onnur helvtin av bólkinum Raske Drenge, sum hann hevur saman við Ragnari Finsson, hvørs tónleik vit hoyra nærum dagliga í lurtinum, og tað er ikki frítt at tú kennir tónan aftur her í Alterne.

Alterne vitja í Føroyum í sambandi við Fólkatónleikarastevnuna, og fara við øllum møguligum ljóðførum, at spæla sína serstöku alevropeisku samanvevjing av fólkatónleiki á G! í summar.

[object Object]

Marianna Winter

Seinastu árini hava vit hoyrt stakløg og EP-útgávur frá Marionnu Winter, har tað mesta hevur verið rættiliga R&B kent. Um nakrar mánaðir letur hon frá sær sína fyrstu heildarútgávu, sum hon hevur gjørt saman við Ragnari Finsson.

Nøkur stakløg eru longu úti, og ikki kann sigast annað, enn at tað boðar frá góðum. Tað er ein nýggjur heimur, sum onkursvegna er skitin men samstundis vælljóðandi. Eitt slag av skitnum og undurfullum poppi, sum helst er natúrligt úrslit av samanrunna mentanararvinum tú ber, tá ið tú ert hálv kalifornisk L.A dama og hálv streymoysk havnardama. 

[object Object]

Elinborg

Lokala íkastið úr Syðrugøtu, Elinborg, hevur veruliga tikið dik á seg seinnu árini. Songkvinna sum fá, hevur hon lagt seg eftir einum djørvum, myrkum, elektroniskum ljóði, sum hevur vakt stóran ans uttanlands.

Herfyri spældi Elinborg í Meksiko til stórt átak, har hon gav sítt umráðandi íkast, tá ið ljós skuldi varpast á norðurlendskan tónleik. 

Í summar verður Elinborg at hoyra á G!

Hesi fýra nøvnini leggjast afturat teimum átta, sum frammanundan eru kunngjørd at koma á G! í ár: Irah, Fantastic Negrito, Frændi, Tunghoyrt, Bolstad, Guðrið Hansdóttir, Lynks og Jerub. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder