Innanlands

Fýra smittutilburðir staðfestir afturat - tveir persónar útskrivaðir frá koronadeildini

173 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna - 75 føroyingar eru staðfestir frískir

2020-04-01 07:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

98 fólk hava í løtuni koronasmittuna. Hetta vísa nýggjastu tølini.

Landslæknin upplýsir í morgun, at í alt 173 føroyingar hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4287 kanningarúrslit.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Ein persónur hevur seinasta samdøgrið fingið staðfest, at viðkomandi er frískur aftur. Í løtuni eru 75 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Ein persónur er innlagdur á koronadeildini. Í gjár vóru tríggir persónar innlagdir, men tveir eru nú útskrivaðir. 

Les eisini: Eingin av teimum innløgdu álvarsliga sjúkur
                 Áleið fimti hvør er í tjúgunum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder