2019-01-04 07:22
Fýra bilførarar í Eysturoynni fáa nú eina bót og klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ov skjótt.
Løgreglan í Norðurøkinum gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni í nátt, millum annað í Norðskálatunnlinum.
Fýra bilar vórðu skrásettir fyri at koyra alt ov skjótt. Teir høvdu eina ferð millum 99 og 106 kilometrar um tíman, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan í Havn hevur eisini verið úti og klipt nummarplátur í nátt. Talan var um níggju sett av nummarspjaldrum, ið eru tikin, millum orsaka av vantandi sýni ella vantandi inngjalding til trygging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald