Innanlands

Fyri aðru ferð búgva yvir 52.000 fólk í Føroyum

Hagstovan boðar frá, at 1. desember 2019 var fólkatalið 52.067. Tað eru 807 fólk fleiri enn 1. desember 2018

(Mynd: Hagstova Føroya)

(Mynd: Hagstova Føroya)

2020-01-14 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi í Føroyum í seks ár, og nú tað komið uppum 52.000 aftur. Tað var tað eisini í august í fjør, men so flutti nógv fólk av landinum í lestrarørindum.

Hagstovan skrivar tó, at tilflytinging og burðartalið ikki er vaksið so nógv seinastu manaðirnar, og ivasamt er, um vøksturin heldur fram. 

Frá 1. desember 2018 til 1. desember 2019 var vøksturin 1,6 prosentstig. Hetta komst av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.

Les meira og sí fleiri talvur og grafar á heimasíðuni hjá Hagstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder