Nú komið er inn í januar 2019 kann Ráðið fyri Ferðslutrygd staðfesta gleðiligu tíðindini um, at í farna ári lat ongin lív í ferðsluvanlukkum á føroysku vegunum.
- Hetta eru so serlig tíðindi, at vit skulu yvir 50 ár aftur í tíðina at finna dømi um eitt kalendaraár, har ongin lat lív í eini ferðsluvanlukku í Føroyum. Eisini má havast í huga, at í sama tíðarskeiði er talið av akførum 10-faldað. Hetta skulu vit tora at gleðast yvir!, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd á Facebook.
- Tað merkir tó ikki, at ongin fekk mein í ferðsluni og ferðsluóhapp hava verið í 2018, leggur RFF so afturat.
Hagtølini frá løgregluni fyri 2018 eru ikki klár enn, so til ber ikki at siga hvussu nógv ferðsluóhapp við fólkaskaða vóru í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald