Uttanlands

Fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggju: Nú verður flogið beinleiðis millum Moskva og Pyongyang

Fyri fyrstu ferð síðan miðskeiðis í 1990unum ber til at flúgva beinleiðis millum russiska og norðurkoreanska høvuðsstaðin

Ferðafólk á Sjeremetevo-floghavnini í Moskva (Mynd: EPA)

Ferðafólk á Sjeremetevo-floghavnini í Moskva (Mynd: EPA)

2025-07-27 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan miðskeiðis í 1990unum verður flogið regluliga millum russiska høvuðsstaðin Moskva og norðurkoreanska høvuðsstaðin Pyongyang.

Fyrsta ferðafólkaflogfarið a nýggju flogrutuni hjá flogfelagnum Nordwind Airlines fer av stað í kvøld klokkan 19 russiska tíð - klokkan 17 okkara tíð, skrivar Reuters.

Sambandið millum Norðurkorea og Russland er vorðið tættari seinastu árini, síðan kríggið í Ukraina byrjaði.

Norðurkorea hevur m.a. sent herfólk til Russlands, og eisini hava londini gjørt semju um at økja samstarvið innan ferðavinnu, og í juni varð eisini latið uppaftur fyri beinleiðis toksambandið millum Moskva og Pyongyang fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

Nordwind Airlines hevur fingið loyvi at flúgva tvær ferðir um vikuni til Norðurkorea, men fyribils verður bert flogið eina ferð um mánaðin, sigur russiska samferðslumálaráðið. Hetta kann tó broytast, um eftirpurningurin økist.

Flogið verður við Boeing 777-200ER-flogførum, sum hava pláss fyri 440 ferðafólkum. Flogferðin tekur átta tímar, og tað var skjótt útselt til fyrstu flogferðina.

Seinastu árini hevur einasta beinleiðis flogsambandið millum Russland og Norðurkorea verið ein flogrutan hjá norðurkoreanska flogfelagnum Air Koryo, sum flýgur til russiska býin Vladivostok tríggjar ferðir um vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder