Mikukvøldið klokkan 19 fer Erling Fles, sálarfrøðingur, at halda fyrilestur fyri foreldrum og avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Ung og rúsevni – what to do?”
Fyrilesturin er knýttur at árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum, har m.a. ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum verður løgd fram.
Erling Fles, sálarfrøðingur, fer m.a. at greiða frá, hví nøkur ung byrja at taka rúsevni. Kunnu vit sum foreldur vera við til at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu? Hvat skulu vit sum foreldur vera varug við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu? Og eru rúsevni ein vaksandi trupulleiki í dag? Høvi verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Skúlastýrið hevur valt at taka hetta evnið upp, tí javnan hoyra vit, at eftirspurningurin eftir rúsevnum er nógv vaksin í seinastuni, serliga millum tey heilt ungu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald