Innanlands

Fyrilestur um diabetes í kvøld

Diabetesfelagið og Stenomiðstøð Føroya skipa fyri

Ingrid Willaing Tapager, professari

Ingrid Willaing Tapager, professari

2023-04-27 10:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld bjóðar Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya til almennan fyrilestur um ein trupulleika, sum rakar ov mong fólk við diabetes.

Diabetes-strongd ella diabetes-distress rakar sera mong, sum hava kroniska diabetessjúku. Tí seta Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya hetta evnið á breddan á almennum fyrilestri í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í kvøld kl. 19.30.

Fyrilesturin heldur Ingrid Willaing Tapager, sum er virdur professari og granskingarleiðari á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn.

Ingrid kallar sín fyrilestur “Gerandisdagurin við diabetes: Stúran, ørkymlan og kensluligir trupulleikar eru mangan partur av lívinum við diabetes – hvat vita vit um tað, og hvat kann gerast við tað?”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder