Innanlands

Fyrilestur um skíggjaráð

Sálarfrøðingurin Gitte Klein heldur ókeypis fyrilestur í Eysturskúlanum týskvøldið

2023-05-14 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður høvið hjá foreldrum, lærarum, námsfrøðingum og øðrum áhugaðum at hoyra vælumtókta fyrilesturin um skíggjaráð og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – ikki minst børn og ung.

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu hella seg til. Hesi skíggjaráð taka støðið í gransking. Í fyrilestrinum verður m.a. komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtlsa (mál)menning og uppmerksemi, hvussu verjir man børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari m.a. harðskapi og porno, hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu, og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú, upp á stutta tíð, eitt gott innlit í hetta sera samansetta økið.

Tað er Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, ið heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum. Fyrilesturin verður í Eysturskúlanum týskvøldið klokkan 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder