Mentan

Fyrilestur við Hávardi Vatnhamar

Mánakvøldið fer Hávard Vatnhamar, sum í summar umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo at hava fyrilestur í Miðhøllini í Leirvíkar skúla

Hávard Vatnhamar (Savnsmynd)

Hávard Vatnhamar (Savnsmynd)

2021-10-15 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánakvøldið 18. oktober klokkan 19.30 verður fyrilestur við Hávard Vatnhamar í Miðhøllini í Leirvíkar skúla.

Hávard Vatnhamar umboðaði í summar Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo, sum vórðu hildnir í august/september. Hávard kemur at greiða frá sínum lívi og um, hvussu hann hevur sett sær mál, og hvussu hann hevur arbeitt fram ímóti at røkka hesum málum.

Hávard, sum sleit sínar barnaskógvar í Leirvík, flutti, saman við familjuni, til Danmarkar, tá hann var 14 ára gamal. Ein arbeiðsvanlukka gjørdi, at Hávard misti høgra arm. Hóast skerdar førleikar, hevur Hávard prógvað, at mann kann seta sær stór mál og stremba eftir at náa tey, sum luttøkan á Parolympisku leikunum er eitt prógv um. 

Hávard er stoltur av at vera føroyingur, og kemur Hávard eisini at greiða frá, hvønn týdning tað hevur fyri hann, at umboða Føroyar í tí hann ger, skrivar Eysturkommuna.

Fyrilesturin er ókeypis, men høvi verður at lata ein peningagávu til Svanur, sum er felag í Eysturoynni, fyri børn, ið bera brek, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder