Uttanlands

Fyrireika fund millum Putin og Zelenskyj

Týski kanslarin sigur, at fundur millum russiska forsetan og ukrainska forsetan verður innan tvær vikur

Týski kanslarin, Friedrich Merz, á toppfundi í Hvítu Húsunum mánakvøldið (Mynd: EPA)

Týski kanslarin, Friedrich Merz, á toppfundi í Hvítu Húsunum mánakvøldið (Mynd: EPA)

2025-08-18 23:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir søguligu fundirnar í Hvítu Húsunum í dag hevur týski kanslarin, Friedrich Merz, havt ein tíðindafund og kunna miðlarnar um, hvat millum annað er komið burturúr.

Eins og Donald Trump fyrr í kvøld hevur sagt, sigur Merz, at ætlanin er, at russiski forsetin, Vladimir Putin og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skulu hava ein fund.

Sambært Merz verður hetta innan tvær vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder