Fyrri heimsbardagi – krígslok 1918
Anker Eli Petersen lýsir við fýra frímerkjum endan á fyrra heimsbardaga fyri 100 árum síðan. Á frímerkjunum lýsir hann hermótið í Fraklandi og Belgia, leiklutin hjá kvinnum í krígnum m.a. sum sjálvbodnar sjúkrasystrar, hermenn á veg heim og at enda hernaðarkirkjugarðarnar við gravsteinum í snórbeinum røðum. Tigandi varðar yvir ungar menn, ið ikki sluppu at liva tað lív, teir høvdu uppiborið.
Ræðuliga kríggið var nú av. Teir, ið komu frá tí við lívinum kundu fara heim – mangir við herviligum løstum og fleiri við kvølfullum minnum um eina ta størstu vanlukkuna, mannaættin hevur drigið inn yvir seg sjálva.
Regin Dahl 100 ár
Í ár eru 100 ár síðani at Regin Dahl (1918-2007) yrkjari, tónleikari og týðari varð borin í heim í Sandágerði. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal, har hann sum forlagsráðgevi var við til at skriva danska bókmentasøgu, samstundis sum hann eisini endurnýggjaði føroyska yrking, tónleika-, menta- og bókmentasøgu. Regin Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1973 og í 1979. Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins. Kim Simonsen legði útgávuna til rættis.
Føroysk klæðir III
Í útgávurøðini um føroyska tjóðbúnan, eru vit nú komin til høvuðbúnan: kýsan, sum ikki longur er so vanligur hjá kvinnum í tjóðbúna, og húgvuna, sum ein javnan sær mannfólk í tjóðbúna bera. Og hervið eru vit komin at enda við frímerkjarøðini hjá Edwardi Fuglø um føroysk klæðir. Gerandisklæði úr nítjandu øld, ið gjørdust nútíðar gallabúni, brúktur av bæði ungum og gomlum til veitslu- og hátíðarløtur.
Halgimyndir
Ársins jólafrímerki mynda halgimyndir ella ikonar, sum tað eisini verður nevnt. Astrid Andreasen hevur teknað ein nýtímans ikon, har ein súla eisini er á. Hetta er úrslitið av eini verkætlan í Mykinesi har nakrar kvinnur lærdu seg at mála ikonar. Hin ikonurin er ein gamal russiskur ikonur frá 1786. Carl Niclasen úr H.N. Jacobsens bókhandli keypti ikonin í 1970 og er hann enn ogn hjá bókhandlinum.
Russiski ikonurin avmyndar Gudsmóðir (Theotokos), sum er eitt tað kendasta ikon-motivið. Tað er siðvenja í Russlandi, at í samband við brúdleyp fær brúðurin ein ikon við Gudsmóðir í brúdleypsgávu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald