Innanlands

Fyrrverandi borgarstjórin er nýggi leiðarin fyri campingøki á Eiði

Jógvan í Skorini hevur nú tikið við, skrivar eidi.fo

Eiðismaðurin er lærari og er eisini formaður í EB/Streymi

Eiðismaðurin er lærari og er eisini formaður í EB/Streymi

2023-06-14 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. januar 2013 gjørdist hann higartil yngsti borgarstjóri í Føroyum, tá hann tók við sætinum í Eiðis kommunu. Jógvan í Skorini sat tvær setur.

Eiðismaðurin er útbúgvin lærari og starvast í Eiðis skúla. Í vetur gjørdist hann eisini formaður í EB/Streymi.

Nú er greitt, at tað er Jógvan í Skorini, sum skal standa á odda fyri campingøkinum í bygdini. Eiðis kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at nýggjur leiðari er settur.

Campingøkið á Eiði er eitt av teimum, sum verður nógv nýtt. Tað er niðri á Møl - har gamli fótbóltsvøllurin er. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder