– Um Bolsonaro heldur fram at taka krimelt tápuligar avgerðir, har hann roynir at leiða samfelagið inn í sláturhúsið, haldi eg, at stovnarnir noyðast at finna ein máta at koyra hann frá.
Soleiðis sigur fyrrverandi brasilski forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva í samrøðu við The Guardian, har hann finst at núverandi brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro fyri handfaring hansara av koronastøðuni.
Bolsonaro hevur nevniliga í fleiri mánaðir gjørt lítið burtur úr støðuni og noktað at fylgt tilmælinum um frástøðu. Í farnu viku koyrdi hann eisini landsins heilsumálaráðharra úr starvi.
Talan var um Luiz Henrique Mandetta, fyrrverandi hernaðarlækni, sum sambært TV2 annars var væl umtóktur. Orsøkin var, at hann og Bolsonaro í longri tíð høvdu verið ósamdir um, hvussu støðan skuldi handfarast. Mandetta ynskti at halda fólk heima, meðan Bolsonaro ynskti at búskapurin skuldi haldast koyrandi.
Fyrrverandi brasilski forsetin sigur við The Guardian, at um mann ikki fær steðgað Bolsonaro, kann tað enda sum í Ekvador, har mann hevur sæð lík bert liggja á gøtuni.
– Brasil fer at líða orsakað av ábyrgdarloysinum hjá Bolsonaro, sigur hann.
Guvernørarnir í fleiri brasilskum statum hava tó latið statin aftur, og nógv fólk halda seg eisini heima í hesum døgum.
Sambært heimasíðuni worldometers.info, eru 38.654 tilburðir staðfestir í Brasil, og 2.462 eru deyð. 22.130 fólk eru vorðin frísk aftur.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald