Innanlands

Fyrrverandi kringvarpsstjórin stillar upp

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stillar Ivan Niclasen upp sum eitt av valevnunum til løgtingsvalið

Ivan Niclasen (Mynd: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag)

Ivan Niclasen (Mynd: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag)

2026-03-06 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði uppstillingarfund í Havn í gjárkvøldið, og her gjørdist greitt, at fyrrverandi kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, verður eitt av valevnunum á lista C.

Ivan Niclasen greiðir í uppslagi á Facebook frá, at hann hevur familjurøtur í javnaðarrørsluni.

- Tað segðist um abba mín, Rudolf Niclasen, at hann var fremsti undangongumaðurin, tá fyrsta arbeiðsmannafelagið í Føroyum, Enigheden, seinni Fylking, varð stovnað á Tvøroyri í 1915, greiðir Ivan Niclasen frá.

Hann sigur eisini, at tað er býlistrupulleikin, sum er tann størsta hóttanin móti dagsins vælferðarsamfelagi, bæði hjá støkum og ungum familjum við lág- og miðalinntøkum, sum longu stríðast við at fáa endarnar at røkka saman.

Ivan Niclasen er søgufrøðingur og hevur eisini eina MA-útbúgving í globalisering og integratión. Hann hevur starvast í SvF og KvF í fleiri ár, har hann hevur verið bæði journalistur, tíðindaleiðari, programmleiðari og stjóri.

Ivan Niclasen hevur ikki stilla upp í politikki fyrr.

Portalurin skili eisini, at Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum hesi seinastu árini, verður við á listanum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder