Ramsey Clark, fyrrverandi løgmálaráðharri í USA, andaðist fríggjadagin, 93 ára gamal. Umstríddi liberali politikarin andaðist í heimi sínum í New York, skriva amerikanskir miðlar.
Ramsey Clark var løgmálaráðharri í 1960unum, tá Lyndon B. Johnson var forseti. Hann var m.a. við til at seta borgararættindalógirnar í gildi.
Í sínari tíð sum ráðharri, fanst Clark hvassliga at uttanríkispolitikkinum hjá USA, og endaði hann við at verja fyrrverandi forsetan í Irak, Sadam Hussein, og Slobodan Milosevic, ið var forseti í Serbia og ákærdur fyri fólkadráp í Bosnia.
Hóast hetta bað táverandi forsetin, Jimmy Carter, Clark um at standa á odda fyri samráðingunum um leyslating av 53 sendifólkum, sum vóru fangað í Iran í 1979.
Samráðingarnar eydnaðust tó ikki, og seinni fór Clark sjálvur til Iran, har hann segði seg skilja gíslatøkuna. Hetta endaði síðani við, at hann varð koyrdur fyri rættin av táverandi forsetanum fyri at hava brotið eitt ferðabann.
Hóast hetta fekk Ramsey Clark eisini rós fyri stríð sítt fyri mannarættindi, m.a. av John Healey, ið var leiðari fyri Amnesty í 1990, og Roy Wilkins, borgararættindastríðsmanni, skrivar Ritzau.
Fyrrverandi løgmálaráðharrin stillaði eisini upp til amerikanska senatið tvær ferðir, tó megnaði hann ikki at vinna ein sess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald