
Fyrrverandi týska skíðskjótistjørnan, Laura Dahlmeier, er funnin deyð í 5.700 metra hædd í Pakistan, eftir at eitt skriðulop rakti hana. Hon gjørdist 31 ára gomul.
Hetta skriva týskir miðlar í dag.
Ynski hennara var, at kroppurin skuldi vera verandi á fjallinum, um nakað hendi við henni.
Tað var í gjár, at týskir miðlar kundu fortelja, at Laura Dahlmeier helst var deyð í eini vanlukku.
Týski OL-vinnarin var á einum klintritúri saman við eini vinkonu, tá hon varð rakt av eini skriðu. Vanlukkan hendi um middagsleitið í gjár í 5.700 metra hædd. Vinkonan sendi út neyðarkall, og bjargingarlið vórðu send avstað beinanvegin, men máttu skjótt boða frá, at Dahlmeier ikki yvirlivdi hendingina.
Tær báðar vinkonurnar royndu at koma upp á tindin Laila Peak, sum er meira enn 6.000 metrar høgur.
Sambært vinkonuni raktu nakrir steinar Dahlmeier, sum hvar undir henni.
Sum aktivur skíðskjútti vann Laura Dahlmeier trý OL-heiðursmerki, tvær gull og eina bronsu, á olympisku vetrarleikunum í Pyeongchang í 2018.
Hon van eisini 15 HM-gull tilsamans, sjey úr gulli, trý úr silvuri og fimm úr bronsu.
Hon gavst sum aktivur skíðskjútti í mai 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald