Innanlands

Fyrrverandi politistur skuldsettur

Hevur sagt seg vera politist hóast hann ikki longur er í starvi hjá løgregluni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-02 15:08 Author image
Ingi Samuelsen

Løgreglan hevur skuldsett ein fyrrverandi starvsfelaga fyri at hava roynt at skaffa sær ávísar fyrimunir við at siga seg vera politistur, hóast hann ikki longur er í starvi hjá politinum.

Føroya politi hevur í dag sent út stuttorðað tíðindaskriv, har greitt verður frá, at tey um vikuskiftið hava fingið fráboðanir frá trimum handlum í havn, har ein persónur hevur sagt seg vera politistur yvir fyri starvsfólkum í handlunum. 

Persónurin er fyrrverandi politistur, men er ikki í starvi hjá politinum longur. 

- Viðkomandi er nú skuldsettur í málinum, sum Føroya Politi kannar víðari, verður sagt í tíðindaskrivinum, har lagt verður afturat:  

- Av tí at talan er um eitt áleikandi mál, eru ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Onki verður í tíðindaskrivinum sagt um, hvørji ørindi hesin fyrrverandi politisturin hevði í handlunum, og hvat hann vildi við at útgeva seg sum verandi í starvi hjá løgregluni.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald