Innanlands

Fyrsta almenna uppdateringin frá Bakkafrost um burðardygga ætlan

Mest umráðandi er at felagið arbeiðir fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina, vísir kanning

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-13 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

12. mars lat Bakkafrost næstu frágreiðing um burðardygga framleiðslu. Rapportin gevur almenninginum innlit í fíggjarligu, umhvørvisligu og sosialu árinini av framleiðsluni. Rapportin er fyrsta almenna uppdateringin um, hvussu tað gekk í 2018 eftir ætlanini Sunt Lív.

Í frágreiðingini í fjør setti Bakkafrost nøkur mál út í kortið; millum annað um upplýsingar um, hvussu Bakkafrost viðger umráðandi viðurskiftir. Ein kanning frá mars 2019, sum er gjørd millum 400 persónar, vísti, at 90 prosent av teimum spurdu søgdu, at tað er umráðandi, at Bakkafrost vísir opinleika í hesum spurningum.

Fleiri upplýsingar eru at finna í rapportini um, hvussu Bakkafrost arbeiðir fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina; eitt øki sum beint omanfyri helvtina av teimum spurdu søgdu er tað mest umráðandi fyri felagið at menna.

Rapportin inniheldur eina uppdatering av teimum fýra strategisku raðfestingunum, millum annað at økjast effektivt við ábyrgd, styrkja menniskjaliga kapitalin, liva upp til og fara longri enn leiðandi standardir innan havbúnað og at leggja virðir eftir seg og styrkja um sambandið í samfelagnum.

Í rapportini fyri 2018 ber til at lesa um:

 At stig eru tikin fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina á firðirnar við eitt nú at installera myndatól til eftirlit av fóðringini, at eingin koparimpregnering er í nótunum longur, at eingi kemisk evnir verða brúkt til avlúsingina.

 At stig eru tikin til at hugsa burðardygt gjøgnum alla virðisketuna við at liva upp til tey 10 prinsippini í UN Global Compact og menna gjøgnumskygni í veitingini av innihaldinum í fóðurframleiðsluni við at fara upp í Ocean Disclosure Project

 At Bakkafrost hevur økt talið av alistøðum, sum hava ASC góðkenningar.

Rapportin var fyri fyrstu ferð í samsvari við Best-practice International Global Initiative Standards, sum millum annað tryggjar, at feløg rapportera um teirra mest umráðandi burðardyggu árin nágreiniliga og sambæriliga.

- Vit eru nú eitt ár inni í ætlanini Sunt Lív. Hóast vit eru sera nøgd við framgongdina fyri okkara málum, so eru tað enn økir, sum vit mugu leggja høvuðsdentin á. Vit mugu fara í holt við fellið í ringunum og menna arbeiðið fyri at minka um okkara ávirkan á firðirnar. Hetta eru tey økir, sum vit fara at leggja høvuðsdentin á í 2019, men eg eri sannførdur um, at vit fara at náa hesum við tiltøkum við millum annað at menna um sertifiseringina av okkara virksemi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Sí “Sunt Lív - frágreiðingina um burðardygd 2018”. Frágreiðingin er á enskum, men í samband við komandi aðalfundin í felagnum, sum verður 5. apríl, kemur umhvørvisfrágreiðingin eisini út á føroyskum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder