Innanlands

Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna í ár

Marglætisskipið Silver Endeavour kom tíðliga í morgun á Vestmanna

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-05-10 10:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta ferðafólkaskipið hetta summarið kom til Vestmannar tíðliga í morgun.

Talan er um marglætisskipið Silver Endeavour. Skipið er frá 2018 og er bygt til rannsóknarferðir í Arktis og Antarktis. Umborð eru 200 ferðafólk, og manningartalið er 209.

Ímeðan Silver Endeavour vitjar í Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini, á rundferð í Faer Isles Distillery og ein gongutúr gjøgnum bygdina við lokalum frásøgufólki.

Umframt alkyns hentleikar, eitt nú matstovur, kafe, svimjihyl, bókasavn, venjingarstøð, vakurleikastovu, biograf, barr og kasino, er eisini ein lítil kavbátur í skipinum, so tey ferðandi kunnu fara á rannsóknarferð undir vatnskorpuni.

Silvur Endeavour fer úr Vestmanna aftur seinnapartin.

Vestmanna Havn tekur móti 12 ferðafólkaskipum í summar, og hetta er tað mesta nakrantíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder