Innanlands

Fyrsta formansumfarið longu í kvøld

Eftir Dag & viku verða formenninir í politisku flokkunum gestir í sjónvarpsstovuni

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-07 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valstríðið í sambandi við fólkatingsvalið 2019 er skotið í gongd. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur útskrivað val at vera grundlógardagin, 5. juni.

Og longu í kvøld verður fyrsta formansumfarið í sjónvarpinum, har formenninir í politisku flokkunum verða gestir. Beinta Løwe og Georg L. Petersen eru vertir.

Spurt verður millum annað, hvat flokkarnir ætla at brúka ein møguligan fólkatingssess til og hvønn teir peika á til forsætisráðharra eftir valið.

Formansumfarið verður eftir Dag & viku, klokkan 19:20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder