Innanlands

Fyrsta føroyska altjóða KT stevnan verður í mai

20 fyrilestrarhaldarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Kanada, USA, Onglandi og Ísrael fara at hava framløgur á tveimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan

2023-04-07 23:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

KT stevnan TONIK er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. Kveikjandi aktivitetir innan tøkni verða á fimm hæddum í óhátíðarligum, estetiskum og listarligum umhvørvi í SILO í Sjóvinnuhúsinum

Endamálið er at geva føroysku KT vinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall, har møguleiki verður fyri at fáa íblástur frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum/íverksetum og íleggjarum. Og ikki minst fyri at knýta sambond.

20 fyrilestrarhaldarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Kanada, USA, Onglandi og Ísrael fara at hava framløgur á tveimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Møguleiki verður eisini at at luttaka á workshop og síggja fimm fyritøkur kappast um bestu framløguna fyri íleggjarum.

Vel fyrilestrar úr skránni, sum eru viðkomandi fyri teg.

Fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, og fremstu listafólk okkara, fara at vísa fram teirra nýskapandi loysnir og kreativu tilgongd. Tað serliga við TONIK er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni í óhátíðaligum estetiskum umhvørvi, sum skapar bestu karmarnar fyri nýhugsan.

Íleggjarar og nýskapandi fyritøkur sita klár til prát í hugnaligum uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í SILO. Møguleiki verður eisini fyri at seta seg í uppihaldsstovur at kopla úr ella arbeiða og fáa sær okkurt leskiligt afturvið.

Toymið aftanfyri TONIK er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Hugskotið, Framtak, Íverksetarahúsið og Vinnuframi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder