2018-06-26 15:55

Jógvan í Garðastovu, sum vanliga verður nevndur Agga, var tann fyrsti, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár.
Í morgun var hann til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í fakinum tilfeingi A, sum hann hevur havt 3. skúlaárið.
Agga kláraði seg ógvuliga væl , og fekk próvtalið 12.
Á myndini er hann saman við foreldrunum Margit og Marius í Garðastovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald