Uttanlands

Fyrsta kvinnan ákærd fyri at fjala andlitið

Mikudagin kom danska lógin um, at tað ikki er loyvt at fjala andlitið í almenna rúminum í gildi. Nú er kvinna ákærd

2018-08-03 19:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Nú er tann fyrsta kvinnan í Danmark ákærd fyri at hava brotið sokallaða "burkaforboðið". Talan er um 28 ára gamla kvinnu, sum var tikin í miðpunktinum av Hørsholm. 

Sambært DR fór kvinnan at skeldast við aðra kvinnu og tað endaði við einum slagsmáli, har niqhab búnin, sum fjalir andlitið varð rivin av høvdinum. Niqhab er ein muslimskur búni, sum fjalur alt uttan eyguni. 

Tá løgreglan kom á staðið, var konan farin aftur í búnan, men myndaupptøkur vístu, at hin konan hevði hála tað av høvdinum. Løgreglan sigur tó, at hetta allarhelst ikki var gjørt við vilja.

Báðar kvinnurnar eru ákærdar fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, men at 28 ára gamla kvinnan í Niqhab eisini er ákærd fyri at hava verið í búnanum. 

Mikudagin kom sokallaða burkaforboðið í gildi í Danmark. Talan er um lóg, ið bannar fólki at ganga í pløggum, sum fjala andlitið uttan so andlitið verður fjalt við einum "viðurkendum" endamálið. DR nevnir millum annað sum dømi, at tað ikki er loyvt longur at ferðast í almenna rúminum við burka, niqab, elefanthúgvu, turriklæði, maskum, hjálmum og følskum skeggi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder