Fyri fyrstu ferð síðan eldur kom í Notre Dame í apríl, varð aftur skipað fyri messu í stóru dómkirkjuni í franska høvuðsstaðnum.
Tað var Michel Aupetit, erkibiskupur, ið stóð fyri messuni í einum kapelli við síðurnar av stóra kirkjusalinum.
Hetta kapellið fekk næstan ongan skaða í eldinum fyri júst tveimum mánaðum síðani.
Kortini var biskupurin umframt helvtin av teimum uml. 30 fólkunum, sum vóru komin til messu, í trygdarhjálmi.
Messan varð eisini send beinleiðis á katólsku sjónvarpsrásini KTO.
Eldur kom í 850 ára gomlu dómkirkjuna um kvøldið 15. apríl, og stórir partar av kirkjuni, m.a. spírið, vórðu oyðilagdir.
Notre Dame plagdi at draga uml. 13 mió. fólk at sær á hvørjum ári, men í løtuni er ov vandamikið at fara inn hagar.
Men Notre Dame verður endurbygd, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron. Og tað skal gerast innan fimm ár, sigur hann.
Sostatt skal dómkirkjan standa liðugt nýumvæld, tá Frakland verður vertur fyri olympisku leikunum í 2024.
Enn er ógreitt, hvussu nógv hetta fer at kosta, men fleiri gevarar hava lovað at geva til samans 850 mió. evrur (uml. 6,4 mia. í okkara krónum) til endamálið. Sambært franska stýrinum eru tó bert tíggju prosent av peninginum goldin inn higartil. Tað er tó púra vanligt, at allur peningurin ikki verður goldin inn beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald