Teir komu sníkjandi inn á danska tónleikapallin og bitu av álvara frá sær, sjálvt um 2020 eisini í tónleikavinnuni varð eitt sermerkt ár.
Oddamaðurin hevur røtur úr Føroyum, er vælkendur føroyavinur, og tey flestu kenna hann úr bólkinum Nephew. Nú kemur hann endiliga aftur til Føroya. Bergtakandi Simon Kvamm, sum saman við nýggja bólki sínum HUGORM, fer at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022.
Umframt tónlistarligu gávurnar, so er Simon Kvamm eisini kendur fyri at savna áhoyrarnar, og vit vænta tí eina orkumikla og dynamiska framførslu, tá hann saman við Árna Bergmann og Morten Gorm trínur á pallin.
Nýggja trio´in hevur við konsertferðini ”Kom vi Flygter” veruliga bitið frá sær, og áhoyrararnir hava verið seldir. Dreymurin um at bjóða vanligu konsertupplivingini av, við tónlistarligu søguni um eitt menniskja, sum berjist ímóti sær sjálvum, er eydnaður til fulnar. Teirra konsertir hava fingið framúr skoðsmál frá ummælarum. GAFFA ummælarin gav 5 stjørnur og skrivaði ”Det er simpelthen genialt, intet mindre”, og í løtuni eru teir í uppskoti at gerast bæði Ársins bólkur og Ársins nýggja Livenavn í Danish Music Awards 2021.
Fyrsta lagið ”FOLK SKAL BARE HOLDE DERES KÆFT” kom út í 2020, og síðani eru fleiri vælumtókt løg komin. Í august í ár kom so nýggjasta lagið og konseptið REJSDIGOP SÆTDIGNED á marknaðin. Talan er sostatt um eina háaktuella trio, sum kemur á Okkara Voxbotn 2022.
Voxbotn 2022 verður 25. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald