Innanlands

Fyrsta oyggjar- og vatnráðstevna hildin í Føroyum

Hesa vikuna verður fyrsta Oyggjar- og vatnráðstevna nakrantíð hildin í Norðurlandahúsinum undir heitinum: “1ST ISLAND WATER CONGRESS Í FØROYUM”

2024-09-02 15:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Ráðstevnan verður  í døgunum 4. til 6. september. Vertur verður Jarðfeingi saman við IWRA (Island Water Resources Association).

Høvðusendamálið er at skapa ein savningarmiðdepil fyri tey, ið arbeiða við vatni í oyggjarsamfeløgum, har til ber at tosa um møguleikar og avbjóðingar við vatni. Oyggjar hava ofta øðrvísi avbjóðingar, tá ið tað kemur til at tryggja reint vatn til vinnu og borgarar, og við hesi ráðstevnu verður ein pallur skaptur til teirra, har hesi evni kunnu takast upp at kjakast um.

[object Object]

Altjóða vatnráðstevnan ber enska heitið 1st Island Water Congress, og hon er tann fyrsta í eini nýggjari røð. Tað er Jarðfeingi, ið saman við felagsskapinum International Water Resources Association, skipa fyri ráðstevnuni. Sum liður í allarfyrstu fyrireikingunum skipaði Jarðfeingi herfyri fyri tveimum døgum, har ymiskir áhugapartar luttóku. Tað er úrslitið av hesum døgum, sum liggur sum grund fyri evnunum hesaferð: fyrisiting, samstarv og nýmenning.

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni, ið hevur fokus á vatnnýtslu í oyggjasamfeløgum, er at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask. Tí hóast Føroyar verða roknaðar sum eitt vatnríkt land, og hóast tað regnar í stórum nøgdum her á landi, merkir tað ikki endiliga, at vit hava nóg mikið av vatni. Hetta kann standa sum ein andsøgn, men orsøkirnar til hetta eru fleiri.

Í Føroyum brúka vit mest yvirflatuvatn, hóast vit eisini brúka kelduvatn og grundvatn, men okkara vatngoymslur eru í nógvum førum sera smáar. Vit gerast fleiri fólk í Føroyum, og vinnan stendur í  vøkstri, og alt hetta krevur meira vatn. Summastaðni í Føroyum er ikki nokk av vatni, kanska serliga um summarið, meðan tað aðrastaðni kann vera áarføri, ið kann hava dálkað vatn við sær. Øll hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at tað til tíðir er trupult at fáa bæði nóg mikið og nóg reint vatn til hækkandi nýtsluna í Føroyum.

Harafturat kemur tann sannroynd, at krøvini frá alheiminum herðast alsamt, eisini tá ið tað kemur til at vísa á burðardygd í sambandi við vatnnýtslu. Nógv av teimum oyggjasamfeløgunum, ið vit samskifta við í sambandi við vatnráðstevnuna, hava sera stórar og ymiskar avbjóðingar við at útvega reint vatn – nógv størri enn vit hava í Føroyum, og hesi hava verið noydd at endurnýta ella avsalta vatn í longri tíð. Hesum kunnu vit í Føroyum møguliga læra av, samstundis sum vit kunnu læra tey, hvussu vit í Føroyum gera, tá ið tað kemur til burðardygga nýtslu av vatni siga fyrireikararnir av ráðstevnuni.

[object Object]

Tað verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum setir ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum mikumorgun.  Tá fara eisini tey bæði forfólkini fyri vísindaligu nevndina, Francesco Sindico, professari í lóg á Strathclyde Centre for Environmental Law and Governance í Glasgow, og Óluva R. Eidesgaard, PhD og jarðfrøðingur á Jarðfeingi at greiða nærri frá visiónini fyri ráðstevnuna.

Landsstýriskvinnann í umhvørvismálum, Ingilín Strøm fer eisini at vera partur av ráðstevnuni.

Eftir tað verða umleið 60 framløgur frá fleiri av teimum mongu oyggjasamfeløgum kring allan heimin, sum luttaka.

Til ber at melda seg til ráðstevnuna við at trýsta her (Islands Water Congress), har tað eisini er møguligt at melda seg til annan av teimum báðum felttúrunum skipað verðurfyri.

Hiddenfjord er høvuðsstuðul til Vatnráðstevnuna 2024.


Meira er at lesa um ráðstevnuna á www.islandswatercongress.org.

[object Object]


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder