placeholder
Innanlands

Fyrsta rakett skotin út í rúmdina úr Evropa

Leygarkvøldið var væleydnað rakettútskjóting úr Andøya í Noregi. Hetta er fyrsta rakettin, sum skotin út í rúmdina úr Evropa.

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-07 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Søguligur dagur á Andøya Spaceport leygarkvøldið, tá tað eydnaðist at skjóta fyrstu rakettina út

Tað var ein søgulig hending, tá ein rakett leygarkvøldið varð skotin út av Andøya, sum er tann norðasta oyggin í oyggjabólkinum Vesterålen, sum Lofoten er ein partur av.

Tað var týska rúmdarfyritøkan, Isar Aerospace, sum átti rakettina Spectrum 2, sum trygt kom út í ringrás um atmosferina og kund seta fylgisveinarnar, hon hevði í lastini, í ringrás um jørðina.

Sostatt gjørdist Isar Aerospace tað fyrsta privata evropeiska rúmdarfelagið, ið sendi eina rakett út, og Spectrum 2 gjørdist eisini tann fyrsta rakettin, ið varð send út frá Evropa.

Norðmenn vunnu á hetlendingum

Harvið kann sigast, at norðmenn vunnu kappingina móti hetlendingum at gerast fyrst at senda eina rakett út í rúmdina úr Evropa.

Eitt annað týskt rúmdarfelag, Rocket Factory Augsburg, hevur annars í longri tíð fyrireika sína fyrstu útskjóting frá SaxaVord rakettstøðini í Hetlandi. Ætlanin var at tað skuldi henda nú í august, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at útskjótingin enn einaferð er útsend.

Á Andøya hava eisini verið tekniskar avbjóðingar. Fleiri ferðir eru ætlaðar útskjótingar útsettar. Og í mars 2025 varð ein rakett, tann fyrsta Spectrum-rakettin, skotin út, men hon sprungdist eftir 30 sekundum.

Les eisini: Rakett í Andøya datt niður og sprongdist

Leygardagin eydnaðist tað betur. Leygarkvøldið klokkan 22.12 varð rakettin skotin út so hon kundi senda lastina í ringrás um jørðina. Fyrsti parturin av rakettini datt niður í havið sunnan fyri Grønland, og annað pettið í havinum nærhendis Antarktis, skrivar NRK.

[object Object]
(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

Í lastini var norski fylgisveinurin „FramSat-1”, umframt útlendskir fylgisveinar.

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, fegnast um, at tað eydnaðist Noregi at standa fyri einum slíkum nýbroti í evropeiskari rúmdarsøgu.

- Søguligur dagur

- Hetta er ein søguligur dagur! Væl eydnaða útskjótingin av Andoya er eitt eitt nýbrot fyri Noreg sum rúmdartjóð. Hetta er úrslit av einum tættum samstarvi millum Týskland og Noreg, millum Isar Aerospace og Andøya Space, skrivaði hann á Facebook leygarkvøldið.

Eisini stjórin á Andøya Space, Ketil Olsen, kundi fegnast.

- Vit eru errin av at hava verið við til at skriva søgu. Hetta er úrslitið av umfatandi fyrireiking og átøkum hjá nógvum fólkum. Vit hava skapt undirstøðukervið, serkunnleikan og rakstrartænasturnar, ið skulu til fyri at gjøgnumføra útskjótingarnar tryg frá Andøya, skrivar hann í einum telduposti til NRK, og vísir á, at hetta bert er tan fyrsta av fleiri útskjótingum frá rakettstøðini í Norðurnoregi.

Føroyskir møguleikar?

Í Føroyum verður hugt við spenningi eftir hvat hendir á Andøya og eisini í Hetlandi, tí mett verður, at føroyingar kunnu fáa gagn av stóru menningini av tí, ið fer at henda, nú atgongdin til rúmdina gerst alsamt meira algongd.

17.september skipar eitt samtak, ið kallar seg Faroe Space, fyri einum kunnandi tiltaki í Varpinum í Klaksvík, har David Arge Klevant, lektari á DTU Space fer at greiða frá hansara arbeiði at kanna gongustjørnuna mars, men eisini gera metingar um føroysku møguleikar í rúmdarvinnuni.

Les: Mars, rúmdin og Spaceport Norðoyggjar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder