Rakettútskjótingarstøðin Saxa Vord Spaceport á Lamba Ness norðast í Hetlandi er nú við at taka skap.
Shetnews skrivar í dag, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og at fyrstu royndirnar á støðini væntandi verða gjørdar seinast á árinum, meðan tann fyrsta orbitala útskjótingin – altso ein rakett, sum verður send í ringrás um jørðina – verður fyrst í komandi ári.
Tað er týska fyritøkan Rocket Factory Augsburg, RFA, sum hevur umbiðið at fás eina rakett senda út frá nýggju støðini á Unst, norðast í Hetlandi.
Ein talsmaður fyri rakettstøðina sigur við Shetnews, at Saxa Vord heldur fram við góða samstarvinum við myndugleikarnar, og roknar við at hava finggið endaliga loyvi frá bretsku flogferðslumyndugleikunum – Civil Aviation Authority – ein av fyrstu døgunum.
Danskur milliardingur eigur í
Ein av stóru partaeigarunum í Saxa Vord Spaceport er grunnurin, sum eitur Wild Ventures Limited. Hetta er eitt íløgufelag hjá danska milliardinginum Anders Holch Povlsen, sum eisini er stórjarðareigari í Skotlandi.
Vit hava fyrr skrivað um hendan ríkmannin, sum m.a. eigur stóru donsku klædnafyritøkuna Bestseller umframt fleiri aðrar fyritøkur, og sum er føddur í Føroyum, at hesin skal hava verið ein av teimum, sum var ímóti at byggja rakettútskjótingarstøð í Hetlandi.
Men felagið Wild Ventures Ltd. sigur við Shetnews í dag, at tey eru nøgd við gongdina við rakettútskjótingarstøðini og síggja fram til, at júst henda rakettútskjótingarstøðin kemur í gongd sum tann fyrsta verkætlanin í Bretlandi av sínum slag.
Treytað av at neyðugu loyvini koma upp á pláss, so er ætlanin at fyrstu útskjótingarnar skulu gerast seinni í ár, og sum sagt tann fyrsta sokalla orbitala útskjótingin verður fyrst í komandi ári, skrivar Shetnews.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald