Mánadagin 8. mai klokkan 11 verður fyrsta skotið latið av í samband við Húsareynstunnilin - bergholið millum Sundsvegin og Marknagil.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Í tí sambandi verður hátíðarhaldið við endan av Villingardalsvegnum mánadagin, har Havnar Hornorkestur spælir, og Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson og Dennis Holm siga nøkur orð.
Tað verða borgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráðið, sum trýsta á knøttin til fyrsta skotið av Húsareynstunnlinum.
Talan er um risastóra verkætlan, har nýggjur innkomuvegur skal gerast til høvuðsstaðin. Tað er við tunnli og rávegi. Kostnaðarmetingin er 324 milliónir, og er tað Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald