Innanlands

Myndir: Fyrsta skotið latið av til Sandoyartunnilin streymoyarmegin

Væntandi verður koyrandi gjøgnum tunnilin í desember 2023

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2018-12-20 14:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 12.30 í dag varð fyrsta skotið til vegin oman til Sandoyartunnilin streymoyarmegin latið av. Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at har skal spreingjast heilt fitt við Gomlurætt fyri at gera vegin kláran til sjálvan tunnilin.

Spreingjast skal bæði í erva og neðra við Gomlurætt. Í løtuni verður byggiplássið fyrireika, bilferðslan er løgd um og parkeringsøkið á Gomlurætt er flutt.

- Hetta fyrsta sum vit spreingja í erva fer væntandi at taka ein til hálvan annan mánað. Síðani fara vit at spreingja í neðra í mars, og hetta fer eisini at taka um ein mánað, sigur Teitur Samuelsen.

Fyrsta skotið til Sandoyartunnilin verður ikki skotið, fyrrenn liðugt er at spreingja í Eysturoyartunlinum. Teitur Samuelsen sigur, at óvist er akkurát nær tað verður, men um arbeiðið at spreingja í Eysturoyartunlinum gongur við somu ferð sum nú, so er liðugt at spreingja í mai. Síðani verður øll útgerðin flutt til Sandoyartunnlin.

Stjórin í Eystur- og Sandoyartunlar sigur, at gongur alt eftir tíðarætlanini, so er klárt at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin í desember 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder