2023-06-09 15:51
Stórur dagur fyri byggingina av langhylinum í Gundadali. Fyrsta sperran var í dag sett upp.
- Talan er um kempi-stórar límtræssperrur, sum viga góð 12,5 tons hvør. Tær eru 42 metrar til longdar, 2,75 metrar høgar, men einans 23 cm tjúkkar, upplýsir J&K Petersen, sum byggir langhylin.
Hetta er tann fyrsta av tíggju sperrum, sum er sett upp í dag. Gongur alt sum ætlað eru allar tíggju sperrurnar settar upp síðst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald