Innanlands

Fyrsta stigið í 5G útbyggingini

Hey hevur tendrað fyrsta 5G-klára tólnetið í Føroyum

2019-02-26 14:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku telefyritøkurnar brynja seg til nýggja 5G-netið, og í dag tók Hey fyrsta stigið, og tendraði fyrsta 5G-klára tólnetið í Føroyum.

Við hesum fáa Hey kundar nú enn betur møguleikar at gera gagn av øllum teimum snildu tólnet loysnum ið longu finnast. Hetta er eitt stórt stig fram á leið at talgilda býir, vinnulív og samferðslu við at knýta tól í framtiðar 5G netið hjá Hey, sigur felagið í tíðindaskrivi.

- Hetta hevur verið nógv eftirspurt av býum og av vinnuni. Vit síggja at fleiri og fleiri fyritøkur í Føroyum sum eru í holt við at optimera teirra gerandisdag, har tær gera brúk av ymiskum nettólum við følaraum í, sum kunnu boða frá um eitthvørt. Hesi nettólini síggja vit í øllum sum t.d bilum, maskinum, bingjum og parkeringsvarnarum, sigur Sigtór Andreassen, vinnukundastjóri á Hey.

Eisini vanligi borgarin kann fáa stóra nýtslu av at tól nú kunnu knýtast í Narrowband netið hjá Hey.

- Vit fáa dagliga spurningar frá okkara privat kundum, um tað finnast loysnir, ið kunnu brúkast til at spora hundar og kettur og enntá seyðin. Tað finnast ymiskar loysnir sum brúka 4G tólnetið, men tær eru oftast sera ópraktiskar og stórar og hava sera stutta battarítíð. Størsti trupuleikin er at battarí livitíðin er rættuliga stutt og tólini eru ov stór. Ein fyrimunur við nýggju 5G-kláru Narrowband tólnet tøknini, er, at hesi tól nú kunnu gerðast nógv minni og hava eina battarí livitíð á upp til 10 ár. sigur Rói B. Poulsen, privatkundastjóri á Hey.

Narrowband tólnetið er fyrsta stig í útbyggingini av 5G farnetinum hjá Hey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder