Innanlands

Fyrsta uppboðssølan verður 19. mars

Fiskimálaráðið hevur nú kunngjørt nær uppboðssølurnar av veiðirættindum verða hildnar í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-04 15:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag hevur Fiskimálaráðið kunngjørd nær tær ymsu uppboðssølurnar av veiðirættindum, sum skulu vera í ár verða hildnar.

Fyrsta uppboðssølan verður týsdagin 19. mars, tá 20.000 tons av svartkjafti fara undir hamaran í opnari sølu, sum Fiskimarknaður Føroya stílar fyri.

Síðan verða sølurnar í hesi raðfylgju:
- Hósdagin 21. mars verður afturlatin uppboðssølu av svartkjafti: 19.552 tons í eitt ár, 4.092 tons í trý ár og 8.193 tons í átta ár.
- 9. apríl verða 2.000 tons av makreli seld í opnari sølu.
- 11. apríl verður afturlatin uppboðssøli av botnfiski: 1.525 tons í eitt ár í russiskum øki, 239 tons yvir trý ár í russiskum øki, 291 tons yvir átta ár í russiskum øki, 513 tons í eitt ár í norskum øki, 187 tons yvir átta ár í norskum øki og 274 tons í eitt ár við Svalbarð.
- 12. apríl verður afturlatin søla av makreli: 2.626 tons í eitt ár, 478 tons í trý ár og 957 tons í átta ár.
- 30. apríl verða 20.000 tons av norðhavssild í ár seld í opnari sølu.
- Seinasta sølan verður 2. mai, tá er tað norðhavssild, ið skal seljast í afturlatnari sølu: 18.261 tons í ár, 585 tons yvir trý ár og 1.170 tons í átta ár.

Fiskimarknaður Føroya tekur sær av teimum opnu uppboðssølunum, meðan Vørn umsitir tær afturlatnu sølurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder