placeholder
Uttanlands

Fyrsta vígslan av samkyndum pari í Norðurírlandi

Tvær kvinnur søgdu í dag ja til hvørja aðra. Hetta var fyrsta vígsla av samkyndum í Norðurírlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-11 18:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag søgdu tvær kvinnur í Norðurírlandi ja til hvørja aðra. Hetta er fyrstu ferð, at samkynt par er vígt í landinum, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Tær høvdu ætlanir um at ganga saman í skrásett parlag, sum hevur verið lógligt í Bretlandi síðani 2005, men valdu heldur at giftast tá tær hoyrdu um lógarbroytingina.

- Vit ætlaðu ikki at skriva søgu. Vit eru bara forelskaðar, segði tann eina kvinnan, 27 ára gamla Sharni Edwards. 

- Vit eru eyðmjúkar yvir at okkara brúdleyp bleiv ein merkisdagur í strembanini eftir somu rættindum sum onnur í Norðurírlandi, legði hon afturat.

[object Object](Mynd: EPA)

Hon varð gift 26 ára gomlu Robyn Peoples, sum arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur í Belfast. Sharni Edwards arbeiðir sum tænari.

[object Object]Áhugin frá miðlunum var stórur hóast tær báðar ikki ætlaðu sær at gera stóra hóvastákið burturúr (Mynd: EPA)

Norðurírlandi er meira konservativt enn restin av Bretlandi. Lógarbroytingin skal knýta Norðurírland nærri bretum, sum hava kritisera norðurírar fyri teirra sjónarmið á økinum. Bretskir tinglimir samtyktu uppskotið í juli, og norðurírar høvdu freist til 21. oktober at broyta í lógaruppskotinum, men tað hendi ikki.

Undan góðkenningini av vígslu av samkyndum, varð fosturtøka avkriminaliserað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder