Fyri tveimum vikum siðani fóru landsstýrisfólkini til verka, í síðstu viku vórðu nevndirnar í løgtinginum valdar, og í dag er fyrsti tingfundur við viðgerðum á skránni.
Byrjað verður klokkan eitt, og sjey fyrstu viðgerðir eru á skránni. Har ímillum skal tosast um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, fyribils MVG-frítøku av olju og bensin og eykajáttan fyri apríl og fyri bíðiløn.
Sí dagsskránna og fylg við her
Sí eisini: Ætla at strika mvg á olju og bensin komandi tríggjar mánaðirnar
Sí eisini: Hava funnið grundøkið til nýtt sjúklingahotell - tætt við Ríkissjúkrahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald