Mentan

Fyrsti føroyingur á spælilista í NRK síðan 2006

Marius DC verður tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið sleppur upp í part á einum spælilista hjá NRK í 15 ár. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakar føroyingur er á spælilista á NRK P3

2021-04-16 14:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið.

Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis». Vit kunnu tí veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3.

Lagið, ið hevur fangað áhugan hjá P3, er spildurnýggja staklagið “Gasoline”, sum plátufelagið TUTL og útbreiðslufelagið Believe gevur út um allan heimin í dag, 16. apríl.

FMX gevur nýggjar møtuleikar
“Gasoline” er komin á spælilistan á støðini NRK P3X, sum hevur serligt fokus á hip hop, soul og urban tónleik. Hetta merkir, at normenn komandi vikurnar og kanska enntá komandi mánaðirnar regluliga fara at hoyra lagið í útvarpinum.

Marius DC sigur soleiðis um hetta:
- Við FMX (Faroese Music Export) hevur føroyskur tónleikur fingið ein nýggjan møguleika at sleppa út í heimin við okkara tónleiki. Eg eri so heppin at njóta gott av hesum. Dugnalig fólk arbeiða við okkara tónleiki í Norðurlondum og eisini í øðrum pørtum av Evropa. So eg vóni bara at hetta er fyrsta úrslitið av nógvum, ið vit fara at síggja komandi tíðina. Hetta er ein spennandi tíð at vera føroyskur tónleikari!»

Byrjaði sum Marius Listamaður
Marius DC er ikki eitt óskrivað blað í Føroyum. Hann tók øll á bóli, tá hann bert 15 ára gamal gav út EP’ina The MZA EP, ið gav honum ikki færri enn fýra tilnevningar á FMA í 2020. Hann vann enntá heiðurin sum “Ársins nýggja navn”

Men søgan byrjar ikki har, Marius hevur verið listamaður frá barnsbeini. Spola vit tíðina aftur, so finna vit ein pinka lítlan drong, sum 10 ára gamal skipaði fyri síni fyrstu professionellu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Einans trý ár seinni, fór hann 13 ára gamal á pall sum rappari.

Síðan tá hevur tónleikur fylt alt fyri Marius, og ætlanirnar hava alla tíðina verið risa stórar. Ikki uttan orsøk.

Hetta er uttan iva okkurt rættiliga serstakt, og tað er trupult ikki at gerast bergtikin og spentur um hendan unga mann við sínum heilt egna stíli, við tjúkkum brillum, hettutroyggju, einum flowi, sum er non stop, og einum framúr sjálvsáliti.
Marius DC ger føroyskan tónleik til allan heimin, og hann skrivar, spælir, rappar og upptekur alt sjálvur.

Verður givið út um allan heim
Árið 2020 bleiv fyri Marius, sum fyri tónleikarar flest, eitt løgið ár. Ein steðgur frá lívinum við konsertum og festivalum. Men Marius hevur brúkt árið væl. Nú í apríl 2021, er hann klárur við nýggjum tónleiki, til eina nógv størri fjøld. Og hóast enn ungur, so eitt vet vaksnari, nú 17 ára gamal.

Um lagið «Gasoline» sigur Marius, at hetta er tað mest ‘bouncy’ lagið, ið hann hevur gjørt higartil:

- “Gasoline” er um pengar og byrsur og rapp stereotypur. Um alt møguligt, ið man nokk ikki eigur at tosa um alment. Hetta er eitt sindur av reyp og sumt er bara “shit talk”.

“Gasoline” verður givið út í dag 16. april 2021 um allan heimin umvegis Tutl/Believe.

Tíðindaskriv frá FMX (Faroese Music Export)

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder