2022-01-24 14:50
Í dag hevur Pakistan fingið sín fyrsta kvinnuliga hægstarættardómara. Tað skrivar Reuters.
Talan er um 55 ára gomlu Ayesha Malik, sum varð vald av einari níggjumannanevnd, sum upprunaliga var ímóti tilnevningini í fjør. Men í ár varð hon so vald við fimm atkvøðum fyri og fýra ímóti.
_ Eg ynski Ayesha Malik dómara til lukku við tilnevningini sum fyrsti kvinnuligi dómarin í hægstarættinum, segði forsætisráðharrin, Imran Khan á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald