
Pól Sundskarð: Tað verður nógv tosað um tunlar, men fyrsti tunnilin, sum var boraður ígjøgnum í Føroyum varð gjørdur fyri 100 árum síðani.
Hendan smogan er ikki stór, men leiðir vatn úr Mittvatni og oman í Ryskivatn.
Arbeiðið var gjørt frá 1919 til 1921, og tunnilin er 190 metrar langur.
-
Oman fyri Botn, Vági, síggjast Ryskivatn, Mittvatn og Vatnið í Tindalíð og oman fyri tey Borgarknappur (vm.) og Hvannafelli (hm.). Vm. Borgarknapp hómast longri burturi Nakkurin í Froðba og Laðanfelli. Millum Borgarknapp og Hvannafelli síggjast í bakgrundini Ennið, Kolheyggjurin og Hovstúgvan. Fremst í myndini er elverkið í Botni. Reyður rundingurin vísur har tunnilin er (Myndina er lánt frá Faroephoto.com)
-
Portalurin
-
Portalurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald