
- Fyri veður verður túrurin á leið 7 klokkan 06:00 av Krambatanga mánamorgun 19. december fluttur til kl. 09:00.
Hesum boðaði Strandfaraskip Landsins á heimasíðu sínari longu í gjár.
Tað hevur mest verið koyringin hjá Strandferðslu - og sum heild koyring - ið hevur verið órógvað av serliga nógva kavanum síðstu dagarnar, men vindur og annað spælir nú eisini inn, og tað hevur flutt ein túr hjá Smyrli í dag og avlýst tveir aðrarð
Orsakað av flytingini av fyrsta túrinum verða túrarnir av Havnini klokkan 08:45 og av Krambatanga klokkan 11:30 ikki sigldir, skrivar ssl.fo.
Tó verður kvøldið sum vanligt - um forsagnirnar halda:
- Siglt verður av Havnini klokkan 16:00, og eftir ætlan verður siglt smbært ferðaætlan tað ið eftir er av degnum. Bygdaleiðir koyra í smbært við broyttu ferðaætlanina.
Í samband við broyttu fráferðina hjá Smyrli koyrir leið 700 úr Vági klokkan 08.25 og leið 701 klokkan 08.15 umvegis Tvøroyri, upplýsir Strandferðsluna. Hesar leiðirnar eru tær einastu hjá Bygdaleiðum ið ikki eru fyribils avlýstar.
Les eisini: Flestu leiðir koyra ikki fyribils
Fyrstu túrarnir á ferðaætlanini hjá Teistin vórðu avlýstir. Fyrsti túrurin úr Skopun verður eftir ætlan sigldir klokkan 08.10 - eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan, tað ið eftir er av degnum, skrivar ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald