
Samferðslan hevur verið støðgað í løtum seinastu dagarnar orsakað av ringu koyrilíkindunum, serliga tí so nógvur kavi hevur ligið, og jarðrok og hálka hava gjørt støðuna verri.
Í gjárkvøldið brast eisini nógvur vindur á, og longu áðrenn kunnaði Strandferðslan um nógvar avlýsingar hjá Bygdaleiðum fyri dagin í dag, mánadagin 19. desember.
Har er fyribils eingin koyring á Sandoynni, eingin bussur koyrir til og frá høvuðsstaðnum - hetta umfatar leið 100 (Vestmanna), leiðin til og frá flogvøllin og leið 400 - eingin koyring er heldur í Norðuroyggjum, um Skálafjørðin ella í Sundalagnum.
Til ber at síggja eitt yvirlit ovast á ssl.fo.
Í Klaksvík er óvanliga nógvur kavi komið niður seinastu dagarnar. Tað er sera vánaligt veður nú, trupult at koyra, og býarbussarnir koyra ikki í dag. Leið 5 og 6 í Tórshavnar kommunu koyra ikki fyrrapartin.
Nú regnar illa í flestu støðum í landinum, tað er framvegis nógvur vindur, og hetta ger fyribils umstøðurnar truplar á annan hátt. Landsverk ávaraði í gjárkvøldið um støðuna - serliga á summum strekkjum - og skrivaði at tað kundi verða ógvuliga torført at koyra millum bygda.
Tíðliga í morgun skrivar Landsverk, at nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun - tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkarvegnum, Selatraðarvegnum, Syðradal á Streymoynni, til Skæling og til Dals. Koyrilíkindir vestanfyri Norðskálatunnulin eru í heila tikið vánalig.
Les eisini:
Vestmannavegurin stongdur fyri í kvøld
Tunlarnir norð um fjall stongdir: Skalvi er lopin
Veðrið stendur til at batna út á dagin, og spurningurin er so nær samferðslan verður tryggari og kemur meira í rættlag aftur.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald