Í 2022 varð yrkisútbúgving til alara lýst í kunngerð og staðsett á Miðnám í Vestmanna. Farið varð til verka beinanvegin á skúlanum saman við alifyritøkunum í Føroyum og viðkomandi myndugleikum.
Námskipan og námsætlanir í yrkislærugreinunum, sum skuldu mynda innihaldið í útbúgvingini, vórðu skrivaðar saman við fakfólkum á alifyritøkunum og fyrstu 9 lærlingarnir vórðu innskrivaðir á fyrsta skúlaskeið á heystið 2022.
Allir hesir somu lærlingarnir hava síðstu vikurnar verið á síðsta skúlaskeiðnum á Miðnám í Vestmanna.
Skúlaskeiðið endaði við einari sveinaroynd í viku 15, og allir hava staðið sveinaroyndina við góðum úrsliti.
Hetta er ikki á hvørjum degi at 9 lærlingar fáa prógv handað, sum hava staðið eina heilt nýggja føroyska yrkisútbúgving til tað stórstu tilfeingisvinnuna í Føroyum – alivinnuna. Tað er byrjanin upp á eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari skúlasøgu. Næstan allur útflutningurin í Føroyum kemur av tilfeingisvinnunum og vónin er sjálvandi, at aliútbúgvingin er byrjanin upp á eina menning á hesum útbúgvingarøkinum í síni heild.
Tað var ætlanin frá byrjanini, tá ið fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í 1989. Nógvar royndir hava verið øll hesi árini at stovna yrkisútbúgvingar í fiskiídnaði, alivinnu, landbúnaði og trol og nót. Men stóru sveiggini, sum altíð hava verið í tilfeingisvinnunum, hava havt við sær, at vilkorini fyri støðugari tilgongd av lærlingum ongantíð hava verið nøktandi. Tað hevði við sær, at fiskivinnuskúlin meira og meira bleiv ein vanligur miðnámsskúli. Tá ið so øll miðnámsskúlaskipanin var skipað av nýggjum í 2013, bygdi man eina heila breyt – tilfeingisbreytina – í miðnámsskúlaskipanini á skúlanum í Vestmanna. Hetta gav eitt upplagt høvi at skipa yrkisútbúgvingar til tilfeingisvinnurnar á sama skúla. Nakað til høvdið og nakað til hendurnar á sama skúla í Vestmanna. Fiskivinna, ferðavinna og landbúnaður mennast og gerast støðugar vinnur, og at nú vit hyggja aftur at yrkisútbúgvingarmøguleikunum á hesum økinum er upplagt við støði í virðismiklu royndunum vit hava fingið av aliútbúgvingini, at menna øki meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald