Mentan

Fyrstu ferð at tveir føroyingar vinna í sama ári

Hinir vinnararnir í ár eru úr Danmark, Íslandi og Svøríki, so tað vera Føroyar, sum verða best umboðaðar til hátíðarhaldið í Stokkhólmi í næstu viku. Tá taka Sakaris Stórá og Vónbjørt Vang ímóti heiðrunum hjá Norðurlandaráðnum

Sakris Stórá er fyrsti føroyingur at fara avstað við filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hendan var latin fyrstu ferð í 2002

Sakris Stórá er fyrsti føroyingur at fara avstað við filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hendan var latin fyrstu ferð í 2002

2025-10-22 10:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður stórur og søguligur føroyskur dagur í svenska ríkisdegnum í Stokkhólmi týsdagin 28. oktober. 

Hetta kundi staðfestast í gjár, tá tað varð almannakunngjørt, at Sakaris Stórá og Vónbjørt Vang hava vunnið hvør sína mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins  fyri 2025. Hesar verða handaðar í svenska høvuðsstaðnum í næstu viku.

Sí eisini: Norðurlendskur heiður til Vónbjørt og Sakaris

Hjá leikstjóranum og  leikritshøvundur, Sakarisi Stóra var tað fyri filmin  “Seinasta paradis á jørð”.

Jón Hammer stóð fyri framleiðsluni.

Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur var innstillaður til fimsvirðisløn Norðurlandaráðsins - hesin heiður hevur verið latin síðani 2002.

[object Object]Sakaris Stór, her saman við høvuðsleikarunum í "Seinasta paradis á jørð", Bjørg B. Egholm og Sámal H. Hansen (Savnsmynd: Birgir Kruse)

Sí eisini: Framleiðari og leikstjóri: - Hetta er meira enn vit tordu vóna

Vónbjørt Vang hevur vunnið elstu virðisløn Norðurlandaráðsins, bókmentavirðislønina, fyri yrkingasavnið “Svørt Orkidé”.

Hinir vinnararnir eru úr Danmark (Umhvørvisvirðislønin), úr Íslandi (Tónleikavirðislønin) og úr Svøríki (Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin).

Harvið vera føroyskir høvuðspersónar best umboðaðar, tá heiðranin verður. Og hetta er fyrstu ferð, at Føroyar vinna fleiri virðislønir í sama árið.

[object Object]Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, og Vónbjørt Vang, vinnari í bókmentum. Hetta var til hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum í gjár (Mynd: Finnur Justinussen)

Sí eisini: Hátíðarhald fyri føroysku virðislønarmóttakarunum og teimum føroysku tilnevndu

Eitt yvirlit hjá Kringvarpinum vísir, at tíggju føroyingar nú hava vunnið eina virðisløn hjá Norðurlandaráðnum síðani 1962.

Títtari hevur verið millum heiðrarnar seinastu árini, og 2025 var eisini fyrsta árið, at Føroyar høvdu ein tilnevndan í hvørjari av teimum fimm greinunum:

Tey tilnevndu úr Føroyum vóru: 

Umhvørvisvirðislønin 2025: Hugla 

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin 2025: Elin á Rógvi og Silja Eystberg: Fornt, Bókadeild Føroya Lærarafelags. 

Bókmentavirðislønin 2025: Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, yrkingar, Forlagið Eksil, 2023. 

Filmsvirðislønin 2025: Seinasta paradís á jørð, leikstjóri: Sakaris Stórá, handritahøvundar: Mads Stegger og Tommy Oksen, framleiðari: Jón Hammer. 

Tónlistavirðislønin 2025: Brimheim. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder