Innanlands

Fýrverk órógvaði náttarsvøvnin í Havnini

Í tveimum førum varð løgreglan boðsend

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-01-03 08:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan hevur havt eina nakað friðarliga nátt, men tað hava havnarborgarar ikki.

Tvær ferðir í nátt varð løgreglan boðsend, tí at fólk ikki fingu sovið av fýrverki. Fyrsta fráboðanin kom beint eftir klokkan hálvgum fýra. Talan var um nakrar ungar mans, sum vóru ónøgdir við at teir ikki fingu skotið sítt fýrverk nýggjársaftan. Tí vóru teir farnir út at skjóta í nátt.

Beint eftir klokkan fýra komu aftur boð, hesaferð úr vesturbýnum. Aftur var talan um ungar dreingir, sum ikki høvdu fingið skotið sítt fýrverk nýggjársaftan.

Løgreglan tók í báðum førunum eitt prát við dreingirnar um at hetta ikki var rætta tíðin at skjóta fýrverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder