Nú eru fyrireikarar handan G! festivalin aftur klár við fleiri nøvnum til plakatina.
Fyri jól vórðu fyrstu tíggju nøvnini avdúkað, miðskeiðis í januar komu sjey nøvn afturat, og í dag verða aftur seks nøvn avdúkaði.
Orsakað av koronafarsóttini er enn ikki greitt, hvussu verður við ársins G! festivali. Fyrstu atgongumerkini vórðu sett til sølu í desember, men eingin rindar fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin verður veruleiki.
Søla av atgongumerkum til tjalding og húsvognar bíðar eisini til 1. mai.
Nýggjastu nøvnini á ársins G! plakat eru:
Asaf Avidan er ísraelskur singer-songwriter og tónleikari. Hann er m.a kendur fyri sína serstøku rødd.
Jon Pareles frá New York Times hevur sagt, at Asaf Avidan skrivar sum Leonard Cohen, singur sum Robert Plant og hevur karisma sum ein kabarett leikari. Tú hoyrir bæði Billie Holiday, Jeff Buckley, Janus Joplin og Bob Dylan í tónleikinum hjá honum, men ljóði er originalt og sangirnir eru vakurt og hjartaliga framførdir.
Týsk/danska GRETA er dreymapoppur, við 80'ara synthum, sum hevur fingið ótrúliga góð ummæli í donskum miðlum, um útgávuna 'Ardent Spring' skrivaði Gaffa 'Ein ótrúliga sterk frumútgáva, sum trøllabindur frá byrjan til enda'.
Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur millum annað spælt á stórum útlendskum festivalum, sum Iceland Airwaves, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival. Vit gleða okkum at uppliva Konni á G! aftur.
Calby er eitt tónleikaprojekt hjá Mik Thybo, sum hevur produsera tónleik fyri onnur og undir sínum egna navni í 15 ár. Tónleikurin er ein samantvinning av soul, poppi, og indie rokki.
Janus Rasmussen er næstan fastur gestur á G! men hetta verður fyrstu ferð hann kemur at upptraðka við sínum solo tilfari.
Huun-Huur-Tu eru úr Tuva umráðnum í Russlandi. Tuva umráðið er kent fyri sín tónleik, og sín heilt serliga máta at syngja uppá. Háls sangararnir Huun-Huur-Tu hava ferðast kring allan heimin, og teljast millum eitt av størstu fólkatónleikara nøvnunum í heiminum.
Onnur nøvn, sum væntandi verða at síggja á G! festivalinum í ár eru:
- José González (Svøríki)
- Tessa (Danmark)
- Eivør (Føroyar)
- Busy P (Frakland)
- MYD (Frakland)
- Brimheim (Føroyar)
- Auður (Ísland)
- Silvurdrongur (Føroyar)
- Ghost Notes (Føroyar)
- Raske Drenge (Føroyar, Belgia)
- Katatonia (Svøríki)
- Swangah (Føroyar)
Gaye Su Akyol (Turkaland) - Konvent (Danmark)
- The Holy (Finnland)
- Joe & the Shitboys (Føroyar)
- Antii Paalenen (Finnland)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald