Mentan

G! kunnger fleiri nøvn til 2022 skránna

Úr Íslandi koma Ásgeir Trausti og Daði Freyr, og her úr Føroyum verða tað m.o. Marius Ziska og Marianna Winter

Daði Freyr  gjørdist heimskendur, tá hann við bólkinum Daði og Gagnamagnið umboðaði Ísland í Eurovision sangkappingini í 2020 og 2021 – Í 2020 varð kappingin tó avlýst vegna koronu, og tí fekk hann møguleikan aftur árið eftir, har hann tó heldur ikki fekk framført beinleiðis, tá smittan varð staðfest millum limir í bólkinum. Men í summar kemur hann at framføra í Gøtu.

Daði Freyr gjørdist heimskendur, tá hann við bólkinum Daði og Gagnamagnið umboðaði Ísland í Eurovision sangkappingini í 2020 og 2021 – Í 2020 varð kappingin tó avlýst vegna koronu, og tí fekk hann møguleikan aftur árið eftir, har hann tó heldur ikki fekk framført beinleiðis, tá smittan varð staðfest millum limir í bólkinum. Men í summar kemur hann at framføra í Gøtu.

2022-02-25 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kunngerða fyriskiparar handan G! Festivalin enn fleiri nøvn til 2022-skránna.

Framanundan hava tey longu kunngjørt 18 tónleikanøvn, har fyrsta runda bjóðaði uppám José González, Carlene Carter, Eivør, Tessu, Joe & The Shitboys, La Fleur, Katla, Leu Kampmann, Gaye Su Akyol og Horrse.

Á G! 2022 fara vit a hitta ein høgt elskaðan og nógv saknaðan kenning. Íslendski Ásgeir Trausti spældi á G! Festivalinum í 2013, tá hann júst hevði útgivið plátuna “dýrð í dauðaþögn”. Síðan tá hevur yrkisleiðin sum tónleikari veruliga fingið ferð á seg. Ásgeir vann bestu pop/rock útgávuna, ársins stjørnuskot, “Public Choice Award”, eina Iceland Music Award, og hann telist millum teir mest seljandi íslendsku tónleikaranar nakrantíð saman við Bjørk og Sigur Rós. Nýggjasta útgávan hjá Ásgeir “Bury The Moon”, sum kom út í 2020, bleiv nógv róst frá tónleikaummælarum, har fleiri samanbóru hann við amerikanska bólkin Bon Iver.

Frá Eurovision til Gøtusand. Íslendski Daði Freyr var spáddur at vinna Eurovision í 2020, men kappingin bleiv tíverri avlýst av korona. Daði stillaði upp við sanginum “Think About Things”, og ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum, hevur nakar bergtikið størstu sangkappingina í heiminum Eurovision líka nógv sum Daði Freyr. Sangurin hevur yvir 100 milliónir stroymingar, og bleiv spældur í útvørpum runt heimin 1 billión ferðir. Sangurin bleiv eisini eitt hitt á Tik Tok, var nummar 1# á heimslistanum hjá Shazam í 2020 og vann eina silvur plátu í Bretlandi.

Við yvir 20 ára royndum hevur trinidadiski Jillionaire verið ein av teimum fremstu slóðbrótarunum innan elektroniskan tónleik í nýggjari tíð. Sum fyrrverandi limur í Major Lazer, sum vit øll her heima kenna frá sangum sum “Lean On” við MØ, “Cold Water” við Justin Bieber, “Already” við Beyonce og “Watch Out For This” við Daddy Yankee, var Jillionaire við til at broyta, hvussu mainstream tónleikur ljóðaði, og fekk elektroniskan tónleik fram á teir størstu festivalarnar í heiminum. Jillionaire fór úr Major Lazer beint áðrenn korona fyri at leggja orkuna í sítt plátufelag og sína solo yrkisleið. Vit viðmæla øllum at hyggja eftir Major Lazer live framførslum, so tit síggja, hvat tit kunnu vanta tykkum av Jillionaire á Gøtusandi.

Marius Ziska kenna vit øll. Hann er ein av okkara mest evnaríku sangskrivarum, og tað er ringt at finna ein føroying, sum er spældur oftari í útvarpinum her heima. Nýggja staklagið “Síggja Av Nýggjum” er aftur ein oyrafangari frá Mariusi, og hetta er fyrsta staklag frá komandi heildarútgávuni hjá honum, sum vit bíða sera spent eftir.

Okkara egna Marianna Winter verður eisini við á G! fyri fyrstu ferð. Á nýggjastu EP’ini hjá henni, sum kom út í síðstu viku, hoyra vit eina evnaríka unga damu, sum skapar tónleik við einum altjóða ljóði, og vit eru øðiliga spent at fylgja við gongdini hjá unga stjørnuskotinum, sum vit spáa hevur eina bjarta framtíð í tónleikaheiminum.

Norski disco prinsurin Skatebård er aftur á skránni saman við landsmonnunum Giddygang & Vuyo, sum spæla eina blanding av Hip-Hop, Soul og Jazz.

Iotunn er ein danskur/føroyskur progressivur metal bólkur við Jón Aldará á odda. Tónleikurin ferðast millum kosmisku, progressivu og larmandi tilveruna, og úrslitið er EPISKT! Tað verður spælt við tankan um at ferðast ígjøgnum rúmdina í eini roynd at finna svar uppá dómadagin, og allar tær kenslur ein slík ferð hevur við sær. Mann kann ikki siga annað enn, at tað riggar, tí útgávan “Access All Worlds” er eitt meistarverk! Tónleikaummælarir hava róst útgávuni upp um skýggjini, og tað er ringt at finna eitt ummæli, sum er undir 9/10 stjørnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder